Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Okkara mál í Fólkaflokkinum er, at 25.000 borgarar skulu búgva í Tórshavnar kommunu innan 2025.

Tað er gott at seta sær hugsjónarlig mál um fólkavøkstur, men hetta er tó treytað av, at karmarnir í Tórshavnar kommunu verða gjørdir munandi betri komandi árini. Hesir karmar eru:

• Munandi fleiri kommunal grundstykkir og leigubústaðir mugu fáast til vega til borgarar, sum ynskja at seta búgv í kommununi.

• Munandi fleiri kommunal vinnugrundstykkir mugu útstykkjast til nýggjar fyritøkur og fyritøkur í vøkstri, sum skapa arbeiðspláss og skattainntøkur í kommununi.

• Ferðslukervið má útbyggjast við nýggjum innkomuvegi og tunnli við Krákugjógv til at leiða ta ovurhonds stóru og vaksandi ferðsluna uttan um tann sera tungt trafikeraða ringvegin.

• Parkeringsviðurskiftini mugu loysast við parkeringstunnli millum Bursatanga  og Skálatrøð, so til ber at sleppa sær av við bilin í miðbýnum.

Um politiskur vilji er at broyta og betra hesar karmar, so verður møguligt, at Tórshavnar kommuna kann vaksa við 3.000 borgarum næstu 4-5 árini. 

Ein slíkur fólkavøkstur vil økja munandi um skattagrundarlagið og gera tað møguligt hjá kommununi at fremja stórar íløgur næstu árini, umframt at ein vaksandi tørvur á eitt nú eldraøkinum kann fíggjast yvir raksturin.

Vit eiga eftir mínum tykki ítøkiliga at betra um og útbyggja ítróttarumstøðurnar í kommununi. Nýggj stórhøll til hondbólt og nýgg høll til frælsan ítrótt eiga at verða bygdar.

Hetta vil betra munandi um trivnaðin og møguleikar hjá okkara ítróttarfólki og ungdómi.

Eisini má økt peningaupphædd setast av til neyðugar íløgur í Kollafirði, Kaldbak, Velbastað, Nólsoy og smærri bygdunum í kommununi. Íløgur í  eldraøkið, vegakervið, bátahylar, vetrarfriðan og fríðkan av økjum liggja frammaliga á ynskilistanum á hesum økjum. Hesar bygdir mugu raðfestast enn hægri næstu 4 árini. 

Vit eiga sum politikkarar altíð at hava stórar hugsjónir og ítøkiligar ætlanir fyri okkara høvuðsstaðarkommunu. 

Um borgarar og vinnan hava tað gott, so vil Tórshavnar kommuna eisini hava tað gott og fíggjarliga trygt næstu árini.

Um tú vilt stuðla mær í hesum, so er at sera kross við meg á lista A til komandi býráðsval tann 10. november

Gott val.

Birgir Nielsen
Valevni fyri lista A til býráðið í Tórshavnar kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo