Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna er aftur í ár við á Jobmatch, sum verður 29. desember í Norðurlandahúsinum.

Starvsstevnan Jobmatch hevur sum høvuðsendamál at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi, nýútbúgvin og útisetar sum heild.

Tað hevur stóran týdning fyri Tórshavnar kommunu, at alsamt fleiri vælútbúgvin og virkisfús fólk flyta í høvuðsstaðin. Sloganið hjá kommununi er "Virkin og vakin”. Serliga hevur tað týdning, at tilflytarar finna arbeiði og gerast virknir beinanvegin.

Á Jobmatch fer Hugskotið at leggja fram um sítt virksemi og hvørjir møguleikar eru at koma sær í gongd og at seta í verk ymiskt virksemi í kommununi.

Sum nakað nýtt skipar Tórshavnar kommuna fyri tiltakinum: "JobKaffi". Ætlanin er at bjóða lesandi til fundar og leggja upp til dialog millum tey lesandi og leiðsluna hjá kommununi saman við umboðum fyri fakbólkar á økinum.

Tórshavnar kommuna vil við JobKaffi geva lesandi eitt betri innlit í gerandisdagin og avbjóðingarnar á fakøkjunum hjá kommununi. Talan er um 6 ymiskar fundir og skráin fyri JobKaffi sær soleiðis út:

Skráin:
 Kl: 13: 30: Vakstrarhjólið
 Kl: 14: 30 Umhvørvið
 Kl. 15: 30 Býarskipan og fakligi gerandisdagurin
 Kl: 16: 30 Miðfyrisitingin (Løgfrøði, HR, KT og Búskapur)
 Kl. 17: 30 Heilsu- og umsorganartænastan
 Kl. 18: 15 Børn og Ung

Opið verður frá kl. 13 til 19. Tórshavnar kommuna hevur bás nr. 1, sum er vinstrumegin í forhøllini. Fundarborðið til "JobKaffi" er sett upp aftan fyri básin hjá Tórshavnar kommunu. Tað ber til at lesa meira um Jobmatch og at finna leys størv á okkara síðu á Facebook og á torshavn.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo