Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tórshavnar Manskór: Eftir væleydnaða konsert í Salt á Drelnesi leygarkvøldið 21. mai 2022, setur Tórshavnar Manskór nú kós norðureftir.

Hvítusunnudag, sunnudagin kl. 17, 00, vitjar kórið í Gøtu kirkju.

Skráin fyri konsertina er sum altíð fjølbroytt. Ein væl samansett blanding av kirkjuligum og verðsligum verkum og sangum, bæði føroyskum og útlendskum.

Høvuðskórleiðarar í kórinum, Bjarni Restorff og Kári Bæk, eru umboðaðir í skránni við egnum verkum, eins og sungið verður á donskum, norðurlendskum, enskum, týskum og latíni.

Umframt Bjarna og Kára, stjórna yngri kórleiðarar eisini kórinum á konsertini.

Jón Festirstein, ið er kendur fiólleikari, er ein teirra, og unglingin, Ari Hammer Joensen, ið er í útbúgving sum organistur, er hin.

Harumframt stjórnar ein annar av royndu føroysku kórleiðarunum, Hanus Joensen, eitt av verkunum.

Tórshavnar Manskór varð stovnað av Kára av Reyni, sála, og Bjarna Restorff í 1986. Hesi 36 árini síðan stovnanina hevur kórið verið sera virkið. Bæði innan- og uttanlands. Kórið er nógv umbiðið. Seinasta sangár hevði kórið fleiri enn 40 framførslurnar. Serliga leisturin hjá kórinum “Tit ringja, vit syngja” er vælumtókur.

Tórshavnar Manskór bjóðar tykkum vælkomin til konsertina í Gøtu kirkju, Hvítusunnudag kl. 17.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo