Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eins og undanfarin ár skipar Tórshavnar Manskór aftur í ár fyri jólakonsert í Vesturkirkjuni. Hesa­ferð verður konsertin sunnukvøldið 2. desember klokkan 19.30, og enn sum áður eru tað Bjarni Restorff og Kári Bæk, sum stjórna manskórinum.

Seinastu mongu árini hevur tað verið fastur siður hjá manskórinum at halda jólakonsertina sam­an við einum øðrum kóri, og árið í ár er einki undantak í so máta. Hesaferð verður kon­sert­in hildin saman við Gøtu kirkju ungdómskóri, sum Símun Hammer stjórnar.

Tað eru sjey ár síðan Símun Hammer stovnaði Gøtu kirkju ungdómskór. Hann er organistur í kirkjuni og helt, at har manglaði okkurt. Eystankórið er longu í økinum og fyri ikki at kappast við tað kórið, valdi hann heldur at stovna eitt ungdómskór. Okkurt bendir á, at hann hevði rætt í, at okkurt manglaði, tí undirtøkan fyri kórinum var góð; ikki bara í Gøtu, men í allari oynni. Í løtuni eru 29 sangarar í kórinum, og koma tey úr allari Eysturoynni.

Gøtu kirkju ungdómskór hevur umleið 20 framførslur um árið, og hesi sjey árini árini síðan stovnanina, hevur kórið verið uttanlands og sungið fýra ferðir. Í Italia, Eysturíki, Letlandi og í Svøríki. Kórið syngur nógvan nýggjan tónleik; meginparturin er skrivaður seinastu 20 árini. Á konsertini sunnukvøldið, fer Gøtu kirkju ungdómskór at syngja nýggjari jólasangir, men eisini aðrar traditionellar enskar jólasangir.

Tórshavnar Manskór, sum var stovnað í 1986 av Bjarna Restorff og Kára av Reyni, er eitt øgi­liga virkið kór. Umframt tær føstu konsertirnar, sum kórið antin sjálvt skipar fyri ella er við í, er Tórshavnar Manskór umbiðið til nógv ymisk tiltøk. Tað inniber, at manskórið hevur ímill­um 30 og 35 almennar framførslur um árið.

Manskórið hevur eina fjølbroytta skrá, sum fevnir um bæði føroyskar og útlendskar sangir, og tað fáa áhoyrarnir eisini at hoyra á jólakonsertini, tá kórið fer at syngja á bæði føroyskum, donsk­um, enskum og latíni.

Seinastu árini hevur Tórshavnar Manskór havt tveir kórleiðarar. Bjarna Restorff, sum hevur stjórn­að kórinum síðan byrjan í 1986, og hevur seinastu árini stjórnað kórinum saman við Kára Bæk, sum eisini hevur drúgvar royndir sum kórleiðari. Teir báðir fara at stjórna megin­part­in av skránni hjá manskórinum á jólakonsertini. Allar uttan ein, sum Ják­up Dahl Wardum, ið annars syngur við kórinum, fer at stjórna.

Jólakonsertin hjá Tórshavnar manskóri verður sum sagt í Vesturkirkjuni sunnudagin 2. des­em­ber klokkan 19.30, og kórini bæði vóna, at nógv fólk koma í kirkjuna at lýða á.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo