Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í kvøld bjóðar Tórshavnar kommuna, Hugskotið, Landssjúkrahúsið og Setrið til Tórskvøld á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

Tiltakið er fyri útisetar og fyri, at útisetarnir, ið ætla sær heim ella hugsa um at flyta heimaftur, fáa viðkomandi kunning.

Á skránni eru framløgur um at flyta heim, at gera lesturin lidnan í Føroyum, at skapa egið starv, møguleikar á Landssjúkrahúsinum og onnur góð ráð. Aftrat hesum verður høvi at netverka og tosa við onnur við sama áhuga í einum føroyskum høpi.

Tiltakið er frá kl. 19-22. Og umframt framløgur verður borðreitt við smáum rættum við føroyskum íblástri, føroyskum øli og kaffi frá Brell.

Aftrat hesum verða eisini smáir filmar at síggja við ungum føroyingum, sum eru fluttir heimaftur. Heim at fáa íblástur, at taka lut, slóða fyri, seta í verk, skapa og byggja framtíðina.

Til ber at lesa meira um kvøldið á Facebook

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo