At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ein samlaður flytipakki við bingju og ferðum heim íroknað. Tórshavnar kommuna, Hugskotið, Setrið og Landssjúkrahúsið bjóða øllum útisetum til Tórskvøld á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn hóskvøldið 2. juni 2016.

 Og hetta kvøldið ber eisini til at vinna ein samlaðan flytipakka við Smyril Line. Øll, sum leggja leiðina fram við Norðuratlantsbryggjuni hetta kvøldið, eru við í lutakastinum um ein flytipakka, virði 20.000 krónur. Pakkin fatar um bingju, sum verður sett uttan fyri verandi bústað, og alt verður goldið, til bingjan stendur í túninum heima í Føroyum. Norrøna siglir flytigóðsið heim, og við í pakkanum eru eisini ferðaseðlar til tín og tíni.

Til tess at verða við í lutakastinum skalt tú møta upp til tiltakið 2. juni á Norðuratlansbryggjuni.

Fáa henta kunning
Tiltakið er ætlað teimum mongu, sum hava í hyggju at flyta heim. Hetta kvøldið veita vit viðkomandi kunning til allar útisetar. Ingunn Eiriksdóttir, miðfyrisitingarstjóri, greiðir frá øllum tí, sum høvuðsstaðurin hevur at bjóða. Jónhild Rasmussen, umsitari í Hugskotinum, fer at tosa um at skapa egið starv í Føroyum. Rektarin á Setrinum, Sigurð í Jákupsstovu, greiðir frá møguleikum at gera lesturin lidnan í Føroyum. Og Johan Jansson, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, greiðir frá møguleikum á Landssjúkrahúsinum.

Umframt framløgur verður borðreitt við smáum rættum við eitt nú tara, kalvasalati og hjalskøku frá Sólfinn Danielsen, føroyskum øli frá Okkara, konfekt frá Gómagott og kaffi frá Brell. Tiltakið er ókeypis.

Tórskvøld í Keypmannahavn verður á Norðuratlantsbryggjuni, Strandgade 91 í Keypmannahavn, 2. juni frá kl 19-22. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo