Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Føroyar draga útisetar til sín sum ongantíð áður. Og nógvir útisetar droyma um at búgva í høvuðsstaðnum.

Tí bjóðar Tórshavnar kommuna saman við Hugskotinum og Føroyingafeløgunum í Odense og Aarhus til spennandi kvøld um møguleikarnar í Tórshavnar kommunu.

Tiltakið í Odense verður 6. februar, og tiltakið í Aarhus verður fríggjadagin 7. februar.

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, leggur fram um jaligu gongdina í høvuðsstaðnum. Haraftrat fer Sóley Heradóttir Hammer, umsitari í Hugskotinum, at greiða frá vaksandi huganum og dirvinum hjá føroyingum at skapa sítt egna starv.

Hesi kvøldini í februar fáa forvitnir útisetar eisini høvið at hoyra leiðarar í Tórshavnar kommunu greiða frá um fjølbroyttu møguleikarnar í einum vaksandi miðstaði við nógvum virksemi. Millum annað fæst meira at vita um, hvussu Tórshavnar kommuna kann gerast komandi arbeiðsplássið hjá útisetunum.

Tónleikabólkurin JASMIN spælir til tiltakið, og so verður eisini netverkað, og Tórshavnar kommuna bjóðar ein heimligan bita.

Avmarkað pláss er til tiltakið, og tí verða áhugað biðin um at boða frá. Tilmelding til Tórskvøld fer fram HER.

Hvar: Odense, Nordatlantisk Hus, Nordatlantisk Promenade 1, 2. Sal, 5000 Odense C
Nær: Hósdagin 6. februar 2020 kl.19

Hvar: Aarhus, Folkeoplysningens Hus, Vester Allé 8, 8000 Aarhus C, Lokale VA8-105, Foredragssalen
Nær: Fríggjadagin 7. februar 2020 kl.19

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo