Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú slapp enn einaferð ein tjóðveldismaður í KVF at kæra sína neyð.

Hesaferð var tað Tobbi sum vísti á trupulleikan við ferðsluni tá tunnilin letur upp.

Størsti trupulleikin er at Runavíkar kommuna eigur ongar pengar.

Kommunan skyldaði fyri stuttum meira enn eina álíkning, sum viðførur at kommuna átti at verið sett undir umsiting.

Undantak fekst tó tí toppurin av skuldarfjallinum var orsaka av yvirtøku av eldraøkinum.

Harumframt sæst roknskapurin fram til oktober á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni. Hann vísur at evnini at brúka pengar eru munandi betri enn evnini at goyma pengar.

Ein forðing fyri einari loysn er ein miðbýarætlan sum ger, at vegurin kostar 130 milliónir, heldur enn ein munandi bíligari loysn.

Ein onnur orsøk er at Henrik Old og Heðin Mortensen gjørdu eina avtalu í oktober 2016 um at Landskassin og Tunnilsfelagið skuldu gjalda 85% av innkomuvegi til Havnar.

Men avtalan bleiv sambært Tórshavnar kommunu longu brotin í oktober 2017, tá staðfestast kundi at onki bleiv sett av á løgtingsins fíggjarlóg.

Einum kemur til hugs at hetta var valagn.

Júst sum við Fámjinstunlinum, var tað helst ongantíð æltanin at halda avtaluna.

Tað átti Runavíkar kommuna at vita og átti at tikið neyðug stig beinanvegin.

At rokna við at kunna kopiera eina brotna avtalu er neyvan skilagott.

Eitt avgerandi stig er sjálvandi at avseta pengar til sín part av avtaluni.

Tað hevur kommunan ikki gjørt higartil.

Landskassin eigur ongar pengar.

Runavíkar kommuna skyldar nógv og hevur tí hvørki pengar til miðbýarætlan ella svimjihøll.

Besta loysnin er at gera Gøtudalstunnilin og leiða ferðsluna eftir eystara armi sigur Landsverk.

Tað segði Landsverk eisini fyri 20 árum síðan.

Men í Runavík væntaðu tey at gerast blindtarmur og tí hevur ongin vilja tosað um Gøtudalstunnil fyrr enn Eysturoyartunnilin er liðugur. 

Annars er trupulleikin í Søldarfirði minst líka stórur sum í Runavík og kann bara loysast við vegi fyri fleiri hundrað milliónir.

Eg búgvi á Strondum og fyri mína skuld kunnu tit eiga gjøgnumgangandi ferðsluna hinumegin.

Men fyri samfelagið er Gøtudalstunnil rætta loysnin.

Tað er eisini nógv betri fyri Runavíkar kommunu.

Gøtudalstunnilin hevur breiða undirtøku, og tí ber til at finna pengarnar.

Runavíkar kommuna hevur ikki ráð at gera innkoyringarveg.

Løgtingið fer ikki at játta pengar úr einum tómum kassa til tað næstbestu loysnina, sum harumframt kostar 100 tals milliónir í Søldarfirði.

Eivind Jacobsen
Strendur  

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo