Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hon vísti seg í havsbrúnni, og spakuliga lætnaði sinnið. Sólin ger nakað við okkum. Hin myrka náttin má víkja fyri morgunroðanum í eystri. Vesturskinið er avloyst nakrar tímar, og lívið fær náðir at liva. Ljósið birtir vón og veitir styrki.

Nakað tað sama er við friðinum, ið eins og sjóvarfallið skiftir frá løtu til aðra. Ikki so skipað við ásettum tímum sum eystfall og vestfall. Friðurin er skiftandi og óstøðugur. Valdandi ró kann umbroytast til órógv uttan stórvegis ávaring.

Friðurin í trúnni á Jesus Krist er djúpari enn tilverunnar skiftandi forløg. “Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!" (Jóhannes 14,27).

Tað er ein gáva, ið onkursvegna verður ein uppgáva. Givin okkum til signingar. Givin til tess at bera øðrum og lætta um teirra gerandisdag.

Áminningin verður givin í boðshátti. Ikki frásigandi søguháttur, ið lýsir og greinar friðin. Boðshátturin leggur upp til, at vit í gerðsøgn tráa eftir friði, skapa frið millum manna og taka virknan leiklut í samskifti og samveru manna millum.

Orð Jesu í kendu prædikuni á fjallinum lýsa somu virknu hugsan. “Sæl eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guðs børn.” (Matteus 6,9). Talan er ikki einans um at binda frið. Talan er um at skapa frið og virka fyri friði.

Onkuntíð tykist tað lættari at goyma seg burtur og taka seg burturfrá. Alt fyri frið skyld siga vit í máliskuni.

Óivað er hetta rætt í stakførum, tí umstøðurnar kunnu vera  rættiliga ólíkar frá einari støðu til aðra. Aðrar tíðir er niðurstøðan sjálvsøkni, tí hon er lættari og liðiligari.

At tráa eftir friði eggjar teim kristnu til virkna umsorgan hvør fyri øðrum. Kærleikin eigur at vera sjónligur í kirkjuliðinum, har vit hava umsorgan fyri teim veiku og sjúku. Men, kærleikin skal eisini røkka út í tað verðsliga samfelagið, har friðurin í Kristi eigur at hava gagnliga ávirkan á nærumhvørvið.

Ápostulin minnir á sjónarmiðið, ið fevnir breitt og alment. Friðurin skal skapa góð livilíkindi fyri øll og fjøld av fólki. “Alt tað er møguligt, tá haldið tit fyri tykkara part frið við øll fólk.” (Rómverjabrævið 12,18).

Boðshátturin festir friðin á heilt øðrum staði enn í jarðarinnar skiftandi korum og umstøðum. Orðið friður er tann fyrri liðurin í einum tvíliðaðum boðshátti. Halgan er tann seinni liðurin, ið treytar hin fyrra. Áheitanin um halgan hevur Guð og vilja hansara sum innihald. Friðurin nemur trúnna og hevur Guð sum upphav og keldu.

Friður er annars ein viðkvom planta. Bæði ytri og innari viðurskifti kunnu órógva. Friðurin hevur tað best, um vit geva Guði gætur og søkja vilja og rættvísi hansara.

Halgan er ein fortreyt fyri at síggja Guð, og hon er Andans gerningur. At søkja Guðs ásjón gevur okkum møguleikan tilvitað at liva í náði hansara. Náðin ber okkum frið.

Ytri viðurskifti kunnu órógva sálarfriðin. Samskiftið og samvinnan við medmenniskju okkara eru onkuntíð ein snávingarsteinur. Umráðandi er at varnast hesi viðurskifti, so samveran manna millum lagar seg væl.

Tað er so skjótt, at friðurin kann verða órógvaður av smálutum, ið kunnu gerast ein avbjóðing fyri trúnna og gerandisdagin.

Vit mega rætta okkara máttleysu hendur móti Guði. Við Guðs hjálp fáa vit mátt at stíga rein spor við fótum várum. Beiskleikin í samskiftinum við medmenniskju okkara kann verða tikin upp við rót, um vit við trúgv verða varðveitt í Guðs náði.

Viðhvørt verður orðið heilagur nýtt í neiligum týdningi. Vit tosa hálvgum hánt um tey, ið royna at søkja Guðs halgan og vera gudrøkin í lívi og levnaði. Tað er ein kristin dygd at leggja sær í geyma Guðs heilagu veru, so vit kunnu fáa styrki til í verki at avrika nakað til frama fyri medmenniskju okkara.

Beiskleiki, øvundsjúka og óhøvisk atferð máar burturav friðinum. Sagt verður enntá, at vit eiga at liva soleiðis og ansa eftir, at eingin missir Guðs náði. Beiskleiki í sál og sinni er eitt álop á gleðina og friðin í hjørtum várum. Svá friðurin er, meta vit um góðskuna á degnum.

Las nøkur vísdómsorð, ið eru verd at endurtaka. “Byrja dagin við kærleika í tínum hjarta. Byrja dagin við eini mildari friðsælari lívsáskoðan. Byrja dagin við sannleika í sinninum. Byrja dagin við friði í sálini. Byrja dagin við einum vilja at læra.”

Tað er annars torført at geva góð ráð, ið eru lykilin til eitt eydnusamt lív. Kenni einans eina uppskrift: Kom til Jesus og bjóða honum innivist í hjartanum. Tað gevur ein djúpan frið, sum ikki kann metast javnt við tað, ið heimurin bjóðar. Amen.

Orðið: “Tráið eftir friði við øll og eftir halgan; tí at uttan hana skal eingin síggja Harran.” (Hebrearabrævið 12,14).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo