Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

SkúlablaðiðTá ið teir 28 nýklaktu lærararnir fingu prógv í juni í ár, var tað óvanliga í tí, at meiri enn helmingurin av teimum vóru mannfólk; 15 vóru mannfólk, 13 konufólk (53,5%).

So javnbýtt er kynsbýtið ikki, um vit hyggja at kynsbýtinum í flokkunum av læraralesandi, sum eru á Námsvísindadeildini nú. Í flokkinum, sum verður liðugur komandi ár, eru 7 mannfólk og 26 konufólk, (21,1 %), í flokkinum, sum verður liðugur í 2020, eru 8 mannfólk og 21 konufólk, (27,5 %), og í flokkinum, sum verður liðugur í 2021, er 4 mannfólk og 21 konufólk, (16 %). Í flokkinum, sum varð tikin inn í ár og verður liðugur um 4 ár, er frægasta kynsbýtið, 14 mannfólk og 21 konufólk, (40 %).

Við í tølunum eru tey 7, sum eru í farloyvi, ikki tikin við (2 teirra mannfólk), og tey tvey skiftislesandi, har annað er konufólk og hitt mannfólk. Umframt eru 10, sum eru í holt við ískoytisútbúgving, tvey teirra mannfólk, og 8, sum eru í holt við stakgreinalestur, tvey teirra mannfólk.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo