Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Havi kent meg væl allan dag. Orki at ganga tær sjey hæddirnar oman og niðan at fáa nikotintringdina nøktaða. Men her er einsamt, tí er hugskotið frá míni frálíku eks konu um at skriva bloggar framvegis eitt gott hugskot.

Hetta er ein heilsukreppa. Tí eri eg í sóttarhaldi. Tí fór eg at hugsa um heilsu – mannfólkaheilsu. Ivist í, um hon er so góð í Føroyum. Eitt er roykingin, fitin og blóðtøpparnir, sum vit hoyra um dagliga. Men har er eisini nakað annað, sum eg journalistisk havi kannað í nakrar mánaðir. Eri ikki liðugur, so her koma nakrar hugleiðingar, sum eru grundaðar í kanningararbeiði.

Vit journalistar plaga at dáma at byrja við eini case – einum dømi – eins og høvundar onkuntíð byrja ”ind medias res” – mitt í handlingini. Lat meg gera tað sama og so venda aftur.

Fyri hálvum ári síðani fór og til lækna og bað um at verða kannaður fyri allar kynssjúkur. Kvinnuligi læknin (veit ikki um tað hevur týdning) hugdi niður í borðið, og tá hon kom yvir skelkin, segði hon, at tað var fullkomiliga óneyðugt. Man kundi tó fáa kanning, um sexpartnarin búði uttanlands, og so serliga um man var homosexuellur. Eg segði henni, at eg eri homosexuellur, og so fann eg uppá, at sexpartnarin í Danmark helt seg hava clamydia. Úrslitið var, at eg fekk tvær citromax á borðið og so mátti sleppa mær út sum skjóast. Citromax skuldi bjarga øllum, var líkasum boðskapurin. Restin var ov pínligt fyri læknan.

Síðani havi eg kanna nógv ymisk viðurskifi kring fólkaheilsuna hjá samkyndum monnum. Havi eitt hav av heilsufrøðiligum keldum uppá, at menn í Føroyum flúgva til Danmarkar til tær allar minstu kanninar – og bara fyri at fáa tvær citromax, sum eg fekk meðan læknin hugdi niður í borðið.

PreP og PeP eru kendir heilivágir í Evropa. PreP er fyribyrgjandi fyri samkyndar menn, so teir ikki fáa HIV. PeP er fyri fólk, sum halda seg hava verið fyri HIV smittu. Hesir heilivágir eru ikki góðkendir heilivágir í Føroyum.

Mínar kanningar vísa, at tað eru nógvir føroyskir menn, ið flúgva til Danmarkar at verða kannaðir, at fáa PeP, at fáa PreP og eisini bara fyri at fáa Citromax ella okkurt annað. Hetta líkist tí við kvinnum og fosturtøkum, men vit tosa ikki um tað.

Mínar kanningar vísa eisini, at hóast hagtølini siga, at onki HIV er í Føroyum, so er tað kortini ímillum okkum í størri tali enn vit halda. Tey raktu fáa viðgerð á Infektionsmedecinsk á RH, sum ikki hevur upplýsingarkyldu. Sama stað, sum tey, sum fáa PeP, PreP, Citromax og annað venda sær til.

Eg eri bøssi og búgvi í Føroyum. Tori at kanna hetta, skriva um tað og tosa um tað. Men mínar kanningar vísa, at tey, sum flúgva til Danmarkar at fáa hjálp, eru úr øllum samfelagsløgum. Reiðarar, politikarar, millióningar, journalistar, lærarar – ja, øll. Vit tora bara ikki at tosa um tað. Nógv traðka við síðuarnar av.

Men tá Keypmannahavn kann hava annonymar móttøkur, hví kunnu Føroyar so ikki?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo