Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í fleiri londum í Europa veksur koronasmittan skjótt nú, og í Fraklandi eru tølini nú so døpur, at stúrt verður fyri eini samansøkking ella kollapsi í heilsuverkinum.

Tá gjørt varð upp í gjár lógu 4.791 koronasjúklingar á intensivu deildunum, og tað er tað mesta í ár og bert fá hundrað minni enn tá tað var mest undir aðru bylgju í november í fjør. Og av tí at ongin orsøk er at halda, at vøksturin í smittuni fer at hasa av nú, vænta tey tað ringasta komandi vikurnar, skriva fleiri miðlar.

Í franska miðlinum Le Journal du Dimanche ávara 41 stjórar í heilsuverkinum á París leiðini nú um, at næstu tvær vikurnar vera tær avgerðandi.

- Í hesu katastrofalu støðuni, har tað hevur verið eitt eyðsýnt ósamsvar ímillum tørv og tøkt tilfeingi fara vit skjótt at verða noydd at velja ímillum sjúklingarnar fyri at kunna bjarga so nógvum sum gjørligt,

Við reuters tíðindastovuna sigur Caroline Tesse, sum er intensivlækni í Cambrai, at hon heldur tað longu er ov seint at bremsa smittuni.

- Tey sum verða innløgd nú eru bæði yngri og sjúkrari nú. Vit hava onki ánilsi um, hvussu drúgvt hetta verður, sigur hon.

Hóast tað er politikararnir trekir at seta í verk fullkomnan stongsul.

- Tað er ikki semja ímillum vísindafólk um, hvat er best at gera. Viðhvørt er gongdin ikki akkurát tann, sum mann hevði væntað, sigur franski forsetin, Emmanuel Macron við sama miðil. Fyribils fylgja myndugleikarnir gongdini, og ætla eitt nú at stongja skúlarnar, um fleiri næmingar verða smittaðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo