Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hendingin fór fram í statinum Georgia í februar 2020. Ahmaud Arbery, sum var 25 ára gamal, var úti og rann sær ein túr, tá hann knappliga var álopin av trimum monnum, sum at enda drupu hann við einum skotvápni.

Teir tríggir umbóru seg í rættinum við, at teir høvdu illgruna um, at Ahmaud Arbery ætlaði at bróta inn á eitt byggipláss, og hesum vildu teir forða fyri.

Tveir av teimum dømdu eru faðir og sonur. Hin triði er granni teirra. Hann kann søkja um at verða royndarleyslatin um 30 ár. Tað kunnu hinir báðir ikki.

Teir skulu annars allir aftur á ákærubeinkin at sita í februar, tá teir eru ákærdir fyri hatursbrotsverk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo