Ljós hevur ikki sæð myrkur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: VP

Mynd: VP

Mynd: VP

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, týsdagin. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Øll trý eru partur av kendari smittuketu. 

2.874 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 270.696 kanningar.

697 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 669 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 27 persónar smittaðir.

Í gjár vórðu 515 fólk koppsett, 250 fólk fingu fyrra prikið og 265 fólk fingu tað seinna.

Tilsamans 30.184 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum. 20.321 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 9.863 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo