Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsverk hevur tikið avgerð um, at allar tær tríggjar fyritøkurnar, ið søktu um undangóðkenning at gera Fámjinstunnilin, fáa møguleika at bjóðað uppá verkætlanina.

Hetta er greitt, eftir at Landsverk hevur gjøgnumgingið umsóknirnar, sum komu inn í seinastu viku, og eftir at fyritøkurnar eisini hava havt eina framløgu fyri dómsnevndini hjá Landsverki.

Fyritøkurnar, ið fáa møguleika at bjóða uppá uppgávuna, eru Articon, J&K Petersen og MT Højgaard.

Eftir ætlan fáa fyritøkurnar atgongd til sjálvt útbjóðingartilfari í komandi viku, og fáa fram til fyrst í desember mánaði, at lata tilboð inn. Væntandi verður klárt at gera sáttmála um arbeiði fyrst í komandi árið.

Gongur arbeiði sum ætlað, verður tunnilin liðugur á sumri 2024. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo