Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrrapartin í dag gjørdu tríggjar kommunur aftrat avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar. Vága-, Sørvágs- og Sunda kommuna skrivaðu undir avtalu, ið gevur teimum atgongd til talgilda undirstøðukervið í Føroyum. Sostatt eru tað nú 6 kommunur, ið hava gjørt avtalu. Frammanundan hava Tórshavnar-, Nes-, og Eysturkommuna gjørt avtalu um Talgildu Føroyar. 

Kommunurnar kunnu nú saman við Talgildu Føroyum fara undir at menna talgildar tænastur til sínar borgarar á Vanganum. Vangin er komandi tænastuportalur, har føroyingar trygt og lætt kunnu avgreiða almenn viðurskifti á einum stað. Felags snið og funkur fara at gera tað lætt hjá fólki at brúka tænasturnar.  

Kommunurnar veita í dag sínum borgarum nógvar ymiskar tænastur. Ein skipað og miðsavnað talgilding er við til at hækka tænastustøðið mótvegis borgarunum. Við avtalunum í dag fáa gott 30.000 føroyingar atgongd til kommunalar tænastur á Vanganum. 

Fíggjarmálaráðið og Talgildu Føroyar fegnast um avtalurnar. Umframt kommunurnar eru átta landsstovnar í holt við at menna talgildar tænastur á Vanganum, og aðrir stovnar eru farnir undir fyrireikingar til at koma við á Vangan. 

"At talgildu tænasturnar eru kjølfestar breitt í føroyska samfelagnum er til stórt gagn fyri allar føroyingar. Tá ið loysnirnar verða mentar tvørtur um geirar, og vit brúka røttu amboðini, kunnu vit veita samanhangandi tænastur við høgari góðsku, sum føroyingar taka til sín og brúka í gerandisdegnum," sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. 

Fakta
Talgildu Føroyar hava seinastu fimm árini arbeitt við at menna talgilt undirstøðukervi í Føroyum. KT kervið, Heldin, og fleiri av grundardátunum eru longu settar í verk. Seinni í ár verða Samleikin og Vangin alment tikin í nýtslu. Samleikin er talgild innritan og undirskrift, ið kemur í staðin fyri Mínlykil og seinni eisini fyri NemID. Samleikin livir upp til altjóða trygdarstandardar og fer við tíðini eisini at kunna brúkast til talgildar tænastur uttanlands.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo