Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vanliga verður nógv gjørt burtur úr hvussu náttúru vanlukkur, sum til dømis skógareldarnir í Australia, ávirka menniskju. Ikki so nógv frættist um, hvussu djóralívið verður ávirkað. Men nú sigur ein nýggj frágreiðing, sum australski public service miðilin ABC endurgevur úr, at helst hava minst 3.000.000.000 djór antin latið lív ella hava mist sítt lívsgrundarlag av ógvusligu skógareldunum sum vóru um ársskiftið.

- Hetta er nógv álvarsligasta náttúruvanlukkan nakrantíð í Australia, og kanska í heiminum, sigur Chris Dickmand, sum er professari við lærda háskúlan í Sydney.

Hann sigur, at talið er sera varisliga ásett, og at tað væl kann hugsast, at væl fleiri djór eru ávirkað.

- Vit hava til dømis ikki talt fisk og skjaldbøkur við, sigur hann.

Eitt nú eru 143 milliónir súgdjór og 180 milliónir fuglar antin deyðir ella skaddir í eldunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo