Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað er tungt at reka gistingarhús í hesum døgum, og tað má leiðslan í gistingarhúsinum Hilton Garden Inn eisini sanna. Raksturin í fjør gav hall uppá beint undir tríggjar milliónir krónur, eftir ein bruttovinning uppá 2,4 mió kr. Bruttovinningurin rakk ikki til lønir, sum vóru nærum tvífalt av hesum, ella 5,2 mió kr.

Tað hoyrir sjálvsagt við til søguna, at hotellið lat ikki upp fyrr enn í oktober í fjør, so roknað var við halli fyrsta árið, sæst í leiðslufrágreiðingini.

- Hotellraksturin hevur fyrstu tíðina gingið betri enn væntað, orsakað av lutfalsliga góðari undirtøku frá fólki, búsitandi í Føroyum, bæði í sambandi við gisting, matstovu og fundar- og veitsluvirksemi. Covid-19 farsóttin og ferðaavmarkingar hava við sær, at talið av ferðafólkum úr øðrum londum hevur verið ógvuliga avmarkað, verður sagt.

Felagið væntar eisini hall í 2021.

Felagið eitur Partafelagið Hotel Atlantic og er dóttirfelag hjá Atlantic Airways. Bygningurin verður langtíðarleigaður frá Partafelagnum Ognarfelagið matr. nr.1332e, sum felagið eigur 40% av saman við eftirlønargrunninum LÍV, ið eigur 60%.

Martin W. Restorff er stjóri í Hilton Garden Inn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo