Fyrr áttu børnini vegirnar at skreiða á, tá ið kavi var, men seinnu árini hevur verið saltað so nógv, at ikki hevur borið til hjá børnunum at skreiða.
Men Skúlabrekkan í Sørvági verður ikki saltað, at har hevur verið skreitt allan seinnapartin í dag.
Tað var Vinjard Magnussen sum tók stig til tiltakið og hevur lagt fleiri myndir út á sín Facebook-profil.
- Succes! Haldi uml 60 børn og vaksin hugnaðu sær saman í dag. Ongin hevði brotið bein ella tonn, tá eg fór heim. Takk fyri eina stuttliga løtu tit! skrivar hann á Facebook.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo