Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í sambandi við viðgerðina av Bústaðapakkanum hjá landsstýrinum, vil Trivnaðarnevndin hava svar frá Bústøðum á nakrar áleikandi spurningar, millum annað hví umsitingin er so dýr.

Trivnaðarnevndin vil hava skjótt svar frá Bústøðum, og eru teir fimm spurningarnir sum skulu svarast:

1. Hvussu fíggjar Bústaðir sína íbúðabygging?

2. Hvussu stórur partur av byggikostnaðin verður avskrivaður?

3. Hvussu ásetir Bústaðir avkastkravið?

4. Hvørja ávirkan kemur avkastkravið at hava á leigukostnaðin?

5. Hvussu verður umsitingarkostnaðurin roknaður út, og hví er umsitingarkostnaður so høgur?

Í skrivinum, sum er sent tann 25. januar 2021, vil Trivnaðarnevndin eisini hava eina skrivliga frágreiðing um, hvussu lutaíbúðarkonseptið verður samansett, og um tað er munur á, um tað verður bygt úti á bygd ella í miðstaðarøkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo