Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Í Svøríki, har nýggja slagið av krimifilmi tók seg upp við bókunum hjá Sjöwall og Wahlöö, fær nýggja føroyska sjónvarpsrøðin ”Trom” góð ummæli:

Les her

Filmtopp gevur nýggju føroysku krimirøðini, sum byggir á bøkur hjá Jógvani Isaksen, næsthægsta støðumet - fýra stjørnur av fimm møguligum.

Sama svenska ummælaratænasta gevur nýggjasta filminum við krimisøgum um Martin Beck, ”58 minuter”, sum verður frumsýndur fríggjadagin, bara tríggjar stjørnur av fimm.

Drúgva svenska sjónvarpsrøðin um Beck, sum hevur Peter Haber í høvuðsleiklutinum, telur eisini norska reyðskeggjuta villmannin Kristofer Hivju. Fyrr hevur Mikael Persbrandt eisini verið við sum Gunvald Larsson.

Svenska sjónvarpsrøðin um Martin Beck byggir á persónar úr klassisku krimisøgunum hjá Sjöwall og Wahlöö og sæst á C More, meðan føroyska krimirøðin ”Trom” sæst á Viaplay.

Sostatt kann sigast, at føroyski Jógvan Isaksen eftir hesum ummæli hevur vunnið á svensku stílskaparunum Sjöwall og Wahlöö.

Í Føroyum hevur Birkbloggur givið ”Trom” 5 ½ stjørnu av 6 møguligum: Les her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo