Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tróndur Patursson, listamaður, er harmur um at hópframleiddir fuglar hjá honum verða seldir á netinum.

Talan er um fuglar, sum eru hópframleiddir í Danmark til eina fyritøku sum skuldi brúka teir til jólagávur. Men fuglarnir, sum tilsamans eru 900 í tali, verða nú seldir á netinum, og minstiprísurin er 7.000 kr.

- Hetta er ikki gjørt sum eitt listaverk til at selja víðari, sigur Tróndur Patursson við Kringvarpið.

- Skal eg siga mína erligu meining, so er hetta meira eitt kunsthondverk, og tað sum undrar meg nú er at fólk síggja vinning í hesum og samanlíkna hesar fuglarnar við teir sum eg geri á egnum verkstaði, sigur Tróndur Patursson.

- Eg haldi ikki, tað er so gott, at mítt navn verður brúkt í samband við hetta, sigur listamaðurin.

Hoyr innslag her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo