Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein ógvuslig tropisk ódn, sum rakti Filipsoyggjar stutt undan jólum, hevur elvt til at minst 400 fólk eru deyð. Hartil eru minst 850.000 børn, sum líða undir avleiðingunum av ódnini, eitt nú trot á mati og reinum vatni, sigur Unicef, sum er stovnur undir ST sum serliga tekur sær av tørvinum hjá børnum.

Tað fór knappliga at regna av grimd, og nógvastaðni floymdu áirnar um áarbakkarnar og fleiri stórar skriður hava tikið nógv hús og eisini fólk við sær. Ringast raktu økinum eru á oynni Luzon, har eisini høvuðsstaðurin Manila er.

Filipsoyggjar verða javnan raktar av tropiskum ódnum. Í november 2013 drap ein yvir 6.300 fólk og gjørdi yvir fýra milliónir fólk heimleys.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo