Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit uppliva nógv gjøgnum lívið. Góðar løtur. Og ringar. Eg haldi tó, at álit og trúfesti er eitt tað, sum gevur okkum mest sum menniskju. Vit uppliva væl øll álit og trúfesti onkur meir, onkur minni.

Eg eri javnan og regluliga gestur umborð á flogførum “okkara”. Flogfelagið, sum vit øll eiga. Sum vit settu á stovn, seldu, keyptu aftur og ikki minst settu 100 eyka milliónir í, tá á stóð.

Eg var aldrin í iva. Sjálvandi skuldu vit geva AA tað, tey høvdu fyri neyðini. Men hevði eg vitað, at tað skuldi brúkast til at misbrúka álit og trúfesti, so hevði mín støða tá verið ein onnur.

AA koyrdi meginpartin av flogskiparanum og flogternunum til hús í koronaárinum 2020. Tað var óivað neyðugt.

Men eg ivist ikki í, at flestu føroyingar høvdu væntað álit og trúfesti, tá fólk aftur skuldi setast, nú virksemið er vaksið aftur.

At flogskipararnir, sum hava víst AA trúfesti gjøgnum fleiri ár, ikki so mikið sum eru bodnir til samrøðu, tá størvini aftur skuldu setast, teknar eina syrgiliga mynd av AA. Leggur felagið einki í tað trúfestið, sum starvsfólkini hava víst felagnum hesi árini? Eigur AA ikki at vísa starvsfólkunum, ið hava verið við til at bygt felagið upp (langt áðrenn sitandi nevnd og leiðsla kom til, skal sigast), tað álit, tey hava uppiborið?

Er sitandi nevnd í ferð við at skifta út á øllum rókum? Byrjað var við vælumtókta stjóranum gjøgnum 18 ár. Og nú kann ikki vera nógv eftir av trúføstu stammuni.

Eg ætli at vísa flogfelag okkara trúskap og flúgví sostatt framvegis við AA. Eg vænti - ikki vóni - men vænti veruliga, at AA vísir okkum, sínum viðskiftafólkum, og mest av øllum okkara trúføstu starvsfólkum álit, tekur í egnan barm og byrjar eina virðiliga starvssetan.

Heini Lassen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo