Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tað er nokk ikki so óvanligt at persónar fáa ein heiður fyri serliga drúgt arbeiðið, á sama arbeiðsplássi.

Heldur óvanligt mann tað vera, at “Dronningens fortjenestemedalje i sølv” verður latin til 8 sløkkiliðsmenn, sum hava verið meira enn 40 ár sløkkiliðsmenn.

Kommunurnar um Skálafjørðin sóu - í 1974 - tað neyðuga í at skipa sløkkilið, eftir at tað fleiri ferðir í sjeyti árinum høvdu verið eldar og óhapp og kommunurnar onga skipaða tilbúgving høvdu.

Á felags fundi 4. September 1974, var semja um at arbeiða við at fáa eitt felags sløkkilið fyri tær 4 Kommunurnar, Skála-, Sjóvar-, Nes-  og Runavíkar kommunu.

10. mai 1975 er komið so mikið áleiðis, at táverandi brunanevnd avgjørdi, at hvør kommuna sær skuldi útnevna sløkkiliðsmenn í eitt felags sløkkilið, sum skuldi nevnast Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið.
Kommunurnar gera skjótt av, og áðrenn mai mánaði er av, eru sløkkiliðsmenn útnevndir og útgerð og brandbilur bílagt.

Millum hesar sløkkiliðsmenn, sum tá vórðu útnevndi, er 8 enn til dystin fús, og hava verið í fleiri enn 40 ár.

Teir átta sløkkiliðsmennnirnir
Frá vinstru: Jóannes Lamhauge, Runavík - Andras Hansen, Skála - Ólavur Berg – Skála, Petur Chr. Rasmussen, Skála – Kaj Olsen, Skála – Hilmar Joensen, Skála – Eiler Hansen, Nes og Dánial Poulsen Lamba

Frá vinstru: Eiler Hansen, Nes - Jóanes Lamhauge, Runavík - Dánial S. Poulsen, Lamba - Hilmar Joensen, Skála - Andrass Hansen, Skála - Kaj Olsen, Skála - Peter Christian Rasmussen, Skála og Ólavur Berg, Skála

Sigast má, at hesir hava verið trúfastir í fólksins tænastu, útyvir tað vanliga.

Væl av sløkkiliðsfólki og familju var samlað til hátíðarhaldi í kantinuni í Løkshøll í dag, har formaðurin í Tilbúgvingarnevndini, Jóhannes Danielsen, prýddi teir við stóra heiðrinum “Dronningens fortjenestemedalje i sølv”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo