Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Frá vinstru eru tær Lis S. Hammer, Jóna H. Durhuus, Vónbjørt B. Jacobsen, Torgerð Dam og Elsa Maria Andreasen

Frá vinstru eru tær Lis S. Hammer, Jóna H. Durhuus, Vónbjørt B. Jacobsen, Torgerð Dam og Elsa Maria Andreasen

Frá vinstru eru tær Lis S. Hammer, Jóna H. Durhuus, Vónbjørt B. Jacobsen, Torgerð Dam og Elsa Maria Andreasen

Eldrasambýlið í Kollafirði hevur nú eini 23-24 ár á baki. Eldrasambýlið og heimatænastan í Kollafirði eru ein samantvinnað eind, og á sambýlinum búgva vanliga 7 búfólk – men starvsfólkini veita eisini tænastur til heimabúgvandi fólk í økinum, sum fevnir um 1200-1300 íbúgvar í Kollafirði og Kaldbak.

Umframt røkt og umsorgan veita starvsfólkini eisini tænastur, sum hoyra til eitt vanligt húsarhald. Hetta er millum annað matgerð, klædnavask og at bíleggja vørur.

Heimabúgvandi borgarar kunnu eisini koma á eldrasambýlið at fara í bað og at vaska klæðir, um umstøðurnar heima ikki eru nøktandi. Búfólkini á eldrasambýlinum nýta kommunulæknatænastuna í Kollafirði.

Herfyri blivu hesar fimm røsku, trúgvu og álítandi kvinnurnar á Eldrasambýlinum mintar á, at tær hvør sær hava arbeitt meira enn 10 ár hjá Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo