Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tankin um hvat kann henda, um Russland brúkar sítt sterkasta vápn í einum álopi kann fáa nakkahárini at reisa seg hjá teimum flestu.

Nýggjasta langtrøkkandi ballistiska rakettin hjá Russlandi eitur RS-28, men hevur fingið eyknevnið "Satan 2". Hon kann flúgva 18.000 kilometrar, og harvið líka til Nýsælands úr Sibiria, hon kann hava onki minni enn 16 kjarnorkuløðingar og leggja eitt landaøkið til støddar sum alt Frankaríki fullkomuliga í oyði.

Russland royndarskeyt rakettina í farnu viku, og sambært russiska verjumálaráðnum við góðum úrsliti.

Russar hava arbeitt við at menna rakettina síðani 2009, og upprunaliga var ætlanin, at hon skuldi vera klára at kunna takast í brúk í 2018. Men nú sær út til at vera komið á mál.

Amerikanska verjumálaráðið Pentagon fylgir sum vera man væl við, og hagani verður váttað, at russar boðaðu frá, sambært øllum forskriftum, áðrenn rakettin varð royndarskotin.

Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur áður sagt, at framkomna rakettin er sterkasta vápnið hjá russum, og hon fer at fáa øll sum ætla at gera seg inn á Russland at hugsa seg um meira enn einaferð. Tí rakettin er "intelligent" uppá tann mátan, at hon dugir at lumpa tær rakettverjuskipanir, sum finnast í dag.

Amerikanskir serfrøðingar siga, at tað er ein sannleiki við modifikatiónum, men teir geva Vladimir Putin rætt í, at talan er um eina sera framkomna rakett.

Russland er sambært svenska stovninum Sipri, sum granskar í konfliktum, heimsins størsta kjarnorkuveldi við 7.000 kjarnorku spreingihøvdum, harav 1.950 eru klár at vera brúkt alt fyri eitt.

Kelda: Jyllandsposturin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo