Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú 99 dagar eru eftir til amerikanska forsetavalið, verður Donald Trump sagdur at vera ein hóttan móti demokratinum og settur í samband við Jeffrey Epstein-málið av einum bólki í hansara egna flokki.

«Tað er soleiðis tað byrjar. Forsetin hevur mist tamarhaldið.»

Felagsskapurin Lincoln Project er stovnaður í desember í fjør av republikanarum sum gera alt so Donald Trump ikki verður afturvaldur sum forseti.

Ein av limunum í felagsskapinum er George Conway, sum er giftur við fremsta ráðgeva forsetans, Kellyanne Conway.

Jimmy Tosh er millióningur úr Tennessee. Hann hevur stuðlað Republikanska flokkin alt sítt lív. Hann tekur ikki undir við vápnaeftirliti, lægri skatti og tekur undir við tí mesta av politikkinum hjá Trump.

Nú brúkar tann 70 ára gamli sínar pengar so Trump skal tapa á forsetavalinum 3. november.

– Eg taki undir við 80 prosent av tí sum Trump ger. Eg toli bara ikki lygnir, sigur Tosh sambært NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo