Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Donald Trump forseti sigur sambært Reuters at hann fer úr Hvíta Húsinum tá ið valmenninir hava valt Biden 14. desember.

– Sjálvandi geri eg tað, og tað vita tit, svaraði hann, tá ið pressan spurdi.

Biden er útnevndur vinnari av valinum í amerikansku miðlunum, men tað eru teir 538 valmenninir sum alment útnevna forsetan.

Og her eru tveir dagar týðandi: Innan 8. desember skulu myndugleikarnir í deilstatunum í øllum USA hava staðfest valúrslitið, og útnevnt sínar valmenn.

Tann 14. desember skulu so valmenninir hittast og atkvøða um hvør skal vera forseti.

Við tølunum í dag hevur Biden 306 valmenn, og Trump 232.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo