Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Donald Trump reypaði av at hann tjenti yvir 1 milliard krónur upp á Trump International Hotel, meðan hann var forseti.

Nú vísir kongresskanning nakað heilt annað, skrivar NRK.

Tey fýra árini Donald Trump var forseti, var Trump International Hotel tað mest eksklusiva staðið at búgva hjá teimum ferðandi til amerikanska høvuðsstaðin.

Ein kongressnevnd sum hevur kannað fíggjarviðurskiftini hjá Trump, almannakunngjørdi í dag skjøl sum eru um hotellið og fíggjarstøðuna hjá Trump, skrivar CNN.

Skjølini vísa at Trump frá 2016 til 2020 segði inntøkurnar frá hotellinum vóru yvir 156 milliónir dollarar, yvir 1 milliard føroyskar krónur.

Í veruleikanum so misti hann 70 milliónir dollarar – 450 milliónir føroyskar krónur – uppá hotellið.

Hotellið mátti eisini lána 27 milliónir dollarar frá einum øðrum av feløgunum hjá Trump.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo