Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur í seinstuni ferðast runt í USA og hildið røður, og tað fær nógv at halda, at hann fer at stilla upp aftur til forsetavalið, sum verður um 2 ár.

Seinast var síðstu nátt, har hann helt røðu á ársfundinum hjá NRA, National Rifle Assosiation, sum er felagsskapur hjá teimum ið vilja verja rættin at bera vápn í USA.

Donald Trump nam við hendingina týsdagin, har ein ungur maður drap 19 børn og 2 vaksin á einum skúla, og segði millum annað, at hóast hópdrápið var ræðuligt, so er vegurin fram ikki meira eftirlit við vápnum.

- Tað er harafturímóti at seta fleiri vápnað politi- og vaktarfólk á øllum skúlum í USA, so slíkt ongantíð hendir aftur, segði hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo