Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bróðurdóttir amerikanska forsetan heldur, at bók hennara greiður frá, hvussu "heimsins vandamiklasti maður" var skaptur.

Hann rindaði seg frá upptøkuroyndini til universitetið og hevði ein sociopat til pápa.

Tað eru bert nakrar av ákærunum hjá Mary Trump, bróðurdóttir amerikanska forsetan, móti pápabeiggjanum í bókini 'Too Much and Never Enough.' 

Bókin verður útgivin 14. juli, men er nú likin til fleiri amerikanskar miðlar, millum annað The New York Times.

Avísin er ein av fleiri sum hevur valt at endurgeva brot úr bókini.

Ein av ákærunum í bókini er, at forsetin svikaði seg til útbúgvingina.

Tá ið tann ungi Donald Trump í síni tíð skuldi til upptøkuroynd á Wharton Business School á Pennsylvania Universiteti, rindaði hann sambært bróðurdóttrini einum øðrum pening fyri at fara upp fyri seg.

Donald Trump hevur sambært The New York Times aftur og aftur reypað av at hava gingið júst á Wharton, sum hann kallar "heimsins besti skúli".

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo