Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Á tíðindafundinum í Hvíta Húsinum í kvøld legði Donald Trump eftir WHO, sum hann segði hevur tikið fleiri skeivar avgerðir í handfaringini av koronakreppuni.

 

Trump vísti serliga á at WHO var í móti hansara avgerð um at steðga innferðum úr Kina, og sigur at USA hevði ein møguleika at steðga alheimsfarsóttini áðrenn hon fór rættiliga at gera um seg.

 

– Vit fara at kanna hetta, og ímeðan steðga vit amerikanska pengastuðlinum til felagsskapin, segði hann.

 

Trump var eisini spurdur um hvat hann heldur um aðrar statsleiðarar sum ikki taka farsóttina í álvara.

 

- Eg haldi ikki talan er um so nógvar sum ikki gera tað. Bretland ger tað øðrvísi. Og hygg eftir Svøríki. Í Svøríki gongst illa. Sviar líða í løtuni, segði Trump.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo