

Amerikanarar kunnu bjarga yvir einari millión lívum, um vit yvirhalda leiðbeiningina viðvíkjandi sosialari frástøðu, segði amerikanski forsetin á tíðindafundi.
- Vit hava øll ein leiklut í hesum leikinum til tess at vinna kríggið. Hvør borgari, familja og fyritøka kann gera ein mun fyri at steðga virusinum, segði Trump.
Trump undirstrikaði á tíðindafundinum, at teir næstu 30 dagarnir fara at vísa, hvussu amerikanarin roynist.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo