Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Mær dámar væl nútíðina. Fegnist um mong menniskjanslig og samfelagslig frambrot, hóast ávísir batar eru neyðugir. Tilveran er vorðin likamliga lættari enn fyri hálvari øld síðan. Alskyns hentleikar lætta um dagin og skapa størri rúm fyri ítrivum og frítíð og føða samstundis nýggjan tørv.

Tvørrandi fakligur kunnleiki ger tað torført at fara í smálutir. Yvirskipað tykist mær, at vit heima við hús, í kirkjuni og samfelagnum valla geva gætur, at matur, hús og heim einans eru ein av fleiri fortreytum fyri einum eydnuríkum lívi. Neyðugt er at minna á, at hesar nevndu fortreytir eru grundliggjandi.

Tó, vit eiga at skapa betri livilíkindi fyri miðal og lægri lønt, um vit framhaldandi ynskja at tryggja teimum møguleikan til egin býli. Vit eiga fíggjarliga at lyfta tey sjúku, gomlu og tey, ið hava serligar avbjóðingar til likams ella sálar.

Haldi, at tað júst á íbúðar økinum er gingið afturá. Tað er fíggjarliga og sosialt torført hjá lægri løntum at fáa innivist í egnum húsum ella til leigu. Ítøkiligir batar eru framtíðar vónir.

Vælferðin er góð, men hon hevur hjáárin. Frítíðin er vaksandi. Samstundis royna vit at menna skipanina enn meira og spara orku á arbeiðsmarknaðinum. Tann vaksandi frítíðin skapar ein sosialan tørv. Avbjóðingin er at geva hvør øðrum burturav tíðini. Tíðin er ikki einans klokkutíð. Tíðin er innihald.

Avbjóðing í fyrsta fjórðingi av 21. øld e. Kristi føðing er at skapa innihald í tilveru manna. Hugsi um sjúkrahús, ellisheim og sambýlir, nú miðalaldurin hækkar. Veit sum sóknarprestur í 22 ár at siga, at hvør króna, ið verður latin til skapandi virksemi, lestur og sang kastar fleirfalt av sær í sinnisligari vælveru og nøgdsemi.

Orðið mentan ljóðar væl og verður greinað breitt. Íløgan í tónlist, sang og lestur tykist at vera einasta orka, ið kann flyta fjøll, sum ikki kunnu vikast. Sangur, tónlist og lívgandi orð í skúlunum, á ellisheimum og í kirkjunum økja um trivnaðin og lívsdygdina. Talan er bæði um mentan sum ítriv og lønt yrki.

Tað er týski gudfrøðingurin, Dorethee Sølle (1929-2003), ið segði tey kendu orðini: Menniskjan livir ikki av breyði eina. Menniskjan doyr, um hon einans etur breyð.

Málsøkið hjá undirritaða nemur tað kirkjuliga í størri mun enn samfelagið. Tó, øll eru partur av samfelagnum, so tað er ongum okkara óviðkomandi. Samfelagið eru vit øll. Ein kristin, ið ikki tekur samfelagið og støðu næstans í álvara, kann missa tráðin úr erva. Tað er við at tæna hvør øðrum í umsorgan og verki, at vit tæna Guði.

Eyðvitað er trúgvin persónlig, millum Guð og hin einstaka. Men, um trúgvin ikki nemur næstan og samfelagið, kann hon verða ein trúgv uppá eins egnu trúgv. Hin kristna trúgvin nemur tvinnar tættir: Guð í himlinum og menniskju á jørðini.

Vit prædikumenn (m/k) mega ikki gera sama feilin, sum tað væl skipaða og effektiva samfelagið við tess rakstri av eldrarøkt, stovnum og býlum. At hava við menniskju at gera tekur tíð og skal taka tíð. Hvør einstakur er sjálvstøðugur við atliti at hugsan og kenslum, hóast vit liva undir sama taki.

Øll hugsan um menniskju, ið minnir um ídna við vælvirkandi flutningsbandi og effektiviteti, verður ongantíð nøktandi. Ikki einans breyð, men breyð í menniskjansligum kringumstøðum gevur mettuna.

Tað sama er við kristnu trúnni. Vit mega hava stundir til menniskju, ikki einans fullan kalendara. Vit mega hava stundir til familjuna, ikki einans virka uttandura. Vit mega hava stundir til Guð í lestri og bøn, ikki einans prædika hvør fyri øðrum.

Ítøkilig gjørdist hugsanin, nú vit ruddaðu nakrar skuffur í einum skápi. Duttu niður á eitt bræv frá eldru dóttrini, ið er gift við dana og býr niðri á sekstanda ári.

Havi verið virkin, um ikki altíð til nyttuna. Havi tosað nógv, onkuntíð ov nógv. Havi roynt at vera ærligur móti menniskjum og sannur móti míni egnu sannføring. Havi treytaleysa virðing fyri øðrum, ið hugsa øðrvísi.

Havi lagt mær nær at vera heilur og sannur, so trúgvin á Kristus kann skapa gróðrarlíkindi í umhvørvinum.

Heldur ikki sum foreldur vóru vit fulltikin. Men, er tað nú tað týdningarmesta? Er hjálparleysur kærleiki ikki væl størri enn strembanin eftir at vera fullkomin? Hjartans heita hugsan í umsorgan og nærveru er tann besta gávan, ið vit kunnu fáa og geva.

Tað var rokaligt, tá ið vit fyri tíggju árum síðan fluttu til høvuðsstaðin. Inn í tað stóra umskiftið skrivaði dóttirin eitt lívgandi bræv við eini heilsan. Nøkur orð, hvørs uppruni er ókendur, vóru hjáløgd:

“Der er en ro
og den beror på,
at du er tro
mod det, du tror på.”

Gævi, at tað verður eftirmælið í Kristi Jesusi. Amen.

Orðið: “Ikki biði eg (Jesus), at tú skalt taka teir burtur úr heiminum, men at tú skalt varðveita teir frá tí illa.” (Jóhannes 17,15).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo