Trý fólk eru í nátt flutt á Landssjúkrahúsið, har tey hava verið til kanningar fyri roykeitran.
Fólkini vóru í einum húsum í Havn, tá eldur kom í.
Tey megnaðu sjálvi at sløkkja eldin, men máttu til kanningar á sjúkrahúsi fyri roykeitran og møguligan annan skaða.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo