Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: "I have a dream", kenda røðan hjá Martin Luther King fer altíð at liva. Sum ein hin besta røðan nakrantíð! Røðan talaði nevniliga til kenslurnar hjá okkum.

Skalt tú hava áhoyraran at taka tína røðu til sín, skalt tú tala til kenslurnar

3 góð ráð til tína talu: Tala til kenslurnar

# 1 - Skapa identifikatión
Brúka søgur og dømi, sum tínir áhoyrarar kunnu fyrihalda seg til. Jú nærri dømini eru  teirra  gerandisdegi, jú størri er møguleikin fyri, at tey identifisera seg við tað, tú fortelur. Og tá vit identifisera okkum við okkurt, so koma kenslurnar automatiskt við, og tað fær okkum at handla.

# 2 - Verð ítøkilig/ur
Syrg fyri at vera ítøkilig/ur, tá tú brúkar dømi og søgur. Brúka nøvn og sig frá nøkrum umráðandi smálutum, sum persónurin hevur gjørt í søguni. Soleiðis verður tað, sum tú fortelur, meira livandi og tú skapar fleiri myndir á nethinnuni hjá tínum áhoyrarum. Tað styrkir teirra kensluligu innliving í tín boðskap.

# 3 - Aktivera sansirnar

Søgur og dømi hava nógv størri møguleika at festa seg og ávirka áhoyrararnar, tá sansirnir verða aktiveraðir. Ikki bara sjónarsansurin, brúka eisini hoyri-, kenslu-, lukti- og smakksansin.

Minnið er tætt knýtt at okkara sansum, og tað er í stóran mun kenslur, vit minnast. Prikar tú til minnir hjá áhoyrarunum, vekir tú kenslur hjá teimum.

Og minst so til, at tað er ikki nakað garanti fyri, at tað, tú sigur, vekir somu kenslur hjá øðrum, sum hjá tær. Ansa tí væl eftir, at velja røttu søgurnar og dømini, sum passa til áhoyraran.

Tann 18. og 19. mars skipar Synergi fyri skeiði í retorikki fyri leiðarar. Hetta skeiðið er eitt ekslusivt skeið við framúr eftirmetingum. Freistin at tekna seg er 11. mars ella so leingi pláss eru eftir. (Pláss er bert fyri 16 og fleiri pláss eru farin).

Tekning á www.synergi.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo