Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tey trý tingfólkini Sirð Stendberg, Ingolf S. Olsen og Sirið Stenberg vera við á tjóðveldisfundinum í Beitinum í Miðvági mikukvøldið

Helvtin av tingmanningini hjá Tjóðveldi verður við, tá Vága Tjóðveldisfelag hevur aðalfund í Beitinum í Miðvági í annaðkvøld, mikukvøldið 17. mars.

Formligi aðalfundurin byrjar kl. 18.30, og har er millum annað uppskot til nýggjar viðtøkur á skrá. Eftir formliga aðalfundin – umleið kl 19.30 – verður politiskt orðaskifti, har Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, og Sirið Stenberg, løgtingskvinna og næstforkvinna floksins, verða við.

Floksformaðurin Høgni Hoydal skuldi eisini verið við, men hann hevur fingið forfall. Av somu orsøk er hann eisini farin í farloyvi úr Løgtinginum, og í hansara stað er Ingolf S. Olsen, varatingmaður og valevni floksins í Vágum, komin.

Hann situr eisini í nevndini hjá Vága Tjóðveldisfelag og verður sjálvandi eisini við á fundinum í annaðkvøld. Tískil verða trý av seks tingfólkum Tjóðveldis við á aðalfundinum/politiska fundinum í Beitinum í annaðkvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo