Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um asfaltering av vegnum millum Skopun og Sand.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

- Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær vegurin millum Skopun og Sand verður asfalteraður aftur?

- Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um koyritrygdin á vegastrekkinum verður mett at vera í lagi?

- Hevur landsstýrismaðurin gjørt eina raðfesta ætlan fyri viðlíkahaldið av landsvegakervinum í Føroyum?

Svar:
Vegurin millum Skopun og Sand er tvíbreytaður, og hóskar væl til ferðsluna á staðnum. Eitt vegastrekkið sum er 500 metrar langt millum Skopun og Sand, treingir til at vera asfalterað. Arbeiðið verður raðfest frammarlaga, og verður eitt slitlag eftir ætlan lagt á næsta ár (2022).

Landsverk metir at trygdin á vegnum millum Skopun og Sand er í lagi, um bilførarar koyra eftir umstøðunum. Landsverk fylgir gongdini.

Landsverk raðfestir á hvørjum ári hvussu játtanin skal brúkast til at viðlíkahalda og dagføra landsverðslukervið, herímillum eisini tunlar og brýr.

Samstundis sum vegakervið er útbygt, ferðslan er vaksin, størri dygdarkrøv og trygdarkrøv verða sett til vegir, er játtanin til viðlíkald av vegakervinum ikki hækkað í nógv ár. Tó soleiðis at tað hevur eydnast at hækka játtanina munandi í ár (2021) til at viðlíkahald, umvæla og betra trygdina á landsvegakervinum.  

Landsstýrismaðurin ásannar, at neyðugt verður at raðfesta viðlíkahald fremri næstu árini.

Tinganes, 21. september 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo