Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Trygdin í tunlunum má vera í lagi.

Tað sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, nú tað kom fram í vikuskiftinum, at tilbúgvingin í Kollafjarðartunlinum ikki er í lagi

Fíggjarjáttanin hjá Landsverk er ov lítil, og tí er torført at lúka nútímans trygdarkrøv í eldri tunlum.

- Um so er, at Kollafjarðartunnilin er ein “tilbúgvingarbumba”, sum sagt verður, so er neyðugt við átrokandi broytingum. Vit kunnu ikki liva við, at ein so nógv brúktur tunnil er ótíðarhóskandi. Sama er galdandi fyri aðrar eldri tunlar. Teir mugu dagførast, so trygdarkrøvini eru í lagi, sigur Jóhannis Joensen.

Hann hevur tí sett ein fyrispurning til landsstýrismannin, Jørgen Niclasen, sum varðar av Landsverki. Endamálið er at fáa svar upp á, um landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við málið, og hvørjir aðrir tunlar hava avbjóðingar við at lúka nútímans trygdarkrøv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo