So halda vit til - í Jesu navni
- Zacharias Nielsen, grindaformaður í Sandavági

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í gjárkvøldið játtaði býráðið upp til kr. 50.000 um árið í 3 ár í sambandi við árligu skrúðgonguna hjá LGBT undan ólavsøku. Uttan mun til, hvør skipar fyri so stórum tiltøkum, hevur kommunan ávísar skyldur í sambandi við ferðslu, trygd o.a.

Sambært avtaluni skal peningurin brúkast til at fíggja pall, ljós, ljóð og øll trygdartiltøk, herundir samarittar og ferðslutrygdartiltøk v.m. í sambandi við skrúðgonguna hjá LGBT uppundir ólavsøku.

Gjørd er sostatt ein trý ára avtala millum Tórshavnar kommunu og LGBT um at Tórshavnar kommuna í 2022, 2023 og 2024 veitir LGBT ein árliga stuðul á í mesta lagi kr. 50.000 til omanfyri nevndu tiltøk í sambandi við árligu skrúðgonguna.

Avtalan varð undirskrivað í dag, og sambært umboðunum frá LGBT, Sonju Jógvansdóttir og Esther Petersen, so vóru tær sera takksamar fyri avtaluna, tí hesin stuðulin kom ómetaliga væl við, og fór at gera tað nógv lættari hjá teimum skipa tiltøkini so trygt og væl sum møguligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo