Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í løtuni eru eini 400 fólk í sóttarhaldi, og nógv fleiri eru aftur farin í sjálvboðið sóttarhald. Sjálvstøðug vinnurekandi snara lyklinum. Og Almannaverkið ger vart við, at sóttarhald ikki gevur rætt til dagpening. Hetta tí at serskipanirnar í dagpeningalógini, sum vóru partur av hjálparpakka I, eru farnar úr gildi síðst í juni. Íkomna støðan er beinanvegin ein stórur fíggjarligur smeitur fyri mong.

Vit kundu vænta, at onnur bylgja av korona fór at raka. Og tí átti politiska skipanin at verið klár til at loftað støðuni. Klár til at tryggja rættindini hjá teimum, sum mugu arbeiða heimanifrá annaðhvørt av sóttarhaldi, ella tí at stovnarnir eru stongdir. Fólk hava nokk um at vera við at stúra um heilsuna og eiga ikki at skula stúra um fíggjarviðurskiftini eisini.

Eingin hevur valt, at koma í hesa støðuna. Sjúkan kann raka øll. Og vit mugu lyfta í felag.

Løgtingið má koma saman sum skjótast at snikka saman neyðugu hjálparpakkarnar. At gera gerandisdagin so tryggan sum gjørligt í eini ótryggari tíð. Hóast vit ikki hava verið samd við landsstýrið í øllum avgerðum í sambandi við koronahandfaringina, so eru vit Í Javnaðarflokkinum klár til at rætta samgonguni eina hond og samstarva breitt um støðuna. Fyribils eiga vit at leggja samgongu- og andstøðupolitikk til síðis og saman gera okkara allarbesta at basa koronasmittuni.

Vit hava klárað tað fyrr. Og vit fara at klára tað aftur.

Javnaðarflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo