Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í eini umlegging av ferðsluviðurskiftunum á Karlamagnusarbreyt, er kommunan í gongd við at gera skúlaleiðina frá Atlagøtu til rundkoyringina í Rólantsgøtu tryggari, við at lýsa parkeringsforboð í báðum síðum, og einvegis ferðslu niðan eftir Karlamagnusarbreyt, frá Ingibjargargøtu til innkoyringina til skúlan.

Í dag eru litaðir ferðslusteyrar settir á vegbreytina í báðum síðum, so bilar ikki parkera á gongubreytarøkinum. Ferðsluskelti verða nú sett upp og fyrst í komandi viku verða ferðslusteyrarnir skiftir út við avmerkingar á vegnum.

Orsakað av, at nógvur grevstur er í samband við bygging á nevnda vegastrekki á Karlamagnusarbreyt, hevur kommunan valt at bíða við at gera gongubretina, til byggivirksemið er liðugt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo