Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er sera órógvandi, at landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum í løgtinginum sigur seg vera semingsmann, tá semja skal finnast á ósemjuni um gongd í haga.

Spurningurin um rættindini at ganga í haganum er nógv meira prinsipiellur enn so. Ein spurningur, sum ikki kann avgreiðast við at lata seráhugamálini – ferðavinnunu og bóndur – einsamøll loysa málið. Hvar er vanligi borgarin í øllum hesum?

Ætlaðu yvirvaking
Tá fíggjarlógin varð viðgjørd stutt fyri jól vóru føroyingar vitni til, at tað nærum eydnaðist Sp/f Jarðir at fáa skattapening á fíggjarlógini til at smoyggja eina yvirvákingarskipan niður yvir føroyingar. Ein skipan, sum skal skráseta øll, eisini føroyingar, sum fara út um bøgarðarnar. Ætlanin hjá Jarðir var ikki til at taka feil av:

”Fráboðanarskipanin skal galda fyri øll, tað vil siga eisini vanliga føroyingin. Øll skulu boða frá í sambandi við gongd í haga, og hetta er eisini galdandi fyri vanliga hagagongd fyri persónar, sum ynskja at njóta ein túr í haganum”, stóð m.a. at lesa í grundgevingunum hjá felagnum Jarðir.

Hetta er eitt ræðandi dømi um, at tað ikki er til fyrimuns fyri vanliga føroyingin, um ósemjan um gongd í haga, verður ”loyst” av umboðum fyri seráhugamál, hvørki Visit Faroe Islands ella sum í hesum føri Sp/f Jarðir. Sonevnda fráboðanarskipanin hjá Sp/f Jarðir við áhaldandi talgildum eftirliti við føroyinginum og gestum okkara, hevði helst tænt áhugamálunum hjá jarðeigarunum, men hevði samstundis skert frælsið hjá borgarunum, og tí ikki verið í tráð við okkara frælsisvirðir og siðvenjur. Tíbetur vóru løgtingslimir so árvaknir, at skattapeningur ikki bleiv játtaður til at menna hesa skipan.

Higartil hevur arbeiðið í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum við at finna semju á spurninginum um at skipa gongd í haga verið grundað á frælsi til allar føroyingar og onnur til at njóta náttúruna. Hetta sæst aftur í áliti á heimasíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum dagfest 06.11.20 (sí leinki: her).

Aðrastaðni styrkja tey rættindini
Okkara grannalond hava støðugt ment atgongdina hjá vanliga fólkinum til náttúruna. Tað er ómetaliga hugstoytt at eygleiða, hvussu seráhugamál í Føroyum toga øvugtan veg og vilja skerja møguleikarnar og frælsið hjá okkara egnu borgarum at leita sær út í náttúruna.

Hagafelag Føroya skipaði í heyst fyri ráðstevnu um gongd í haga í norðurlondum. Her bleiv víst á ymiskar loysnir, sum allar eru væl royndar í okkara grannalondum. Har ber tað nevniliga væl til at tvinna saman almennan gongurætt og verju av náttúru- og landbúnaðaráhugamálum. Harumframt leggja okkara grannalond dent á at loysa avbjóðingar, ið standast av ferðavinnu, við serligum og praktiskum átøkum í støðum, har nógv ferðafólk vitja. Tiltøk, sum loysa avbjóðingarnar, og sum ikki skerja atgongdina hjá fólki til hagan.

Vit vóna, at okkara politikarar nú eru til reiðar at taka yvir og tryggja borgarunum tað púra sjálvsagda frælsið at kunna uppihalda sær í føroysku náttúruni. Heldur enn at skerja møguleikarnar hjá borgarunum at fara í hagan, má politiska skipanin styrkja hesi rættindi – sjálvandi við skyldu til at fara væl um. Fráboðanarskylda og yvirváking, sum vit kenna frá ræðsluímyndini hjá rithøvundanum George Orwell og frá óunniligum politiskum skipanum kring heimin hoyra als ikki heima í einum frælsum samfelag.

Hagafelag Føroya

Leinki til fyrilestur hjá Håvard Steinsholt, lektara á NMBU í Norra: trýst her

Fyrilesturin varð hildin á ráðstevnu um gongd í haga í norðurlondum, 16. november 2021. Heiti á fyrilestri: Fri ferdsel; praktiskjuridiske perspektiver på allemannsrett 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo