Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Á almennari samkomu í Býarbókasavninum 20. mai 2019 varð avdúkað at EBBU-virðislønina 2019 fór til Trygva Danielsen.

Hetta er aðru ferð at Ebba-virðislønin verður latin. Í fjør varð fyrsta Ebbu-virðislønin og hervið 25.000 kr. latin Beini Bergsson, fyri yrkingasavnið, "Tann lítli drongurin og beinagrindin."

Tað er Rithøvundafelag Føroya, sum ger av, hvør ið hevur uppiborið heiðurin, men grundarlagið er arvur eftir Ebbu Hentze (25. Sep.1929 – 20. Mai 2015) sum ynskti at tað sum eftir henni var, skuldi nýtast til at stuðla ungum rithøvunda, sum hevur sýnt serligar gávur. 

Grundgeving fyri at lata heiðurslønin til Trygva Danielsen er:

Trygvi Danielsen hevur sum ungur høvundi sýnt serstakar ritgávur.

Harumframt hevur Trygvi við tónleiki sínum somuleiðis prógvað og víst í verki, at føroyska málið kann vera livandi og flótandi. At okkara mál ikki er stirvið og deytt, gamalt og slitið, men harafturímóti fult í nýggjari orku, orðingum, vendingum og møguleikum.

Hóast Trygvi brýtur upp úr nýggjum í verkum sínum, peikar arbeiði hansara samstundis aftureftir á tann hátt, at vit sum njóta list hansara kenna aftur undanfarnar føroyskar og útlendskar høvundar og listafólk.

Trygvi er samstundis ein kærkomin samfelagsviðmerkjari, ið við einum blandi av orðingum, humori, speisemi og forvitni hugleiður um og kemur við hvøssum atfinningum mótvegis tí samfelagi, vit liva í, og tí heimssamfelagi, vit eru partur av. Her er talan um politiskar og átrúnaðarligar viðmerkingar. Rætturin at liva og virka, sum ein hevur hug til, eisini verður viðgjørdur
og kravdur.

Listin, Trygvi skapar, er kærkomin samtíðarlist. Hon er ein gáva til okkum, sum liva og anda í dag, men verður uttan iva eisini ein kærkomin dýrgripur hjá teimum, ið koma aftaná Trygva Danielsen, har tey fáa eitt innlit í, hvussu Føroyar og heimurin sá út, tá verkini vórðu skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo