Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Uttan at vita av tí trýsti ein Arsenal-leikari á «dáma»-knøttin í einum anti-Wenger innleggi á sosialu miðlunum.

Nú biður hann um umbering.

Observantir brúkarar av sosiala miðlinum Twitter løgdu til merkis at Alex Oxlade-Chamberlain, Arsenal, hevði dámað eitt innlegg við heitinum «Wenger needs to go», publiserað á kontuni ArsenalFanTV.

Eftir at fleiri Twitter-brúkarar høvdu tikið screenshoot av tí, strikaði Alex Oxlade-Chamberlain sítt «like».

Og enski landsliðsleikarin var eisini noyddur at biðja um umbering.

Í síni verju sigur Oxlade-Chamberlain at tað var eitt óhapp at hann trýsti á «dáma»-ikonið.

– Tað var helst ikki meiningin at dáma hatta innleggið. Eg var satt at siga ikki greiður yvir at eg hevði dámað tað, skrivar hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo