Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

Málið má altíð vera, at vit skulu kunnu fara trygt til arbeiðis, uttan at óttast arbeiðsóhapp ella annað sum setur okkara heilsu í vanda. Politiski myndugleikin má vakna og handla. Vit skulu gera okkara fyri at upplýsa, kunna og útbúgva okkara fólk, men neyðugt er, at Helgi Abrahamsen, sum umsitur arbeiðsmarknaðin, raknar við og broytir hugburð, og tekur tey mongu deyðsføllini og arbeiðsóhappini í størri álvara.

Tað eru ov nógv sum fáa skaða ella enntá doyggja til arbeiðis – hetta má og skal takast í álvara, stórum álvara – tí fólk eiga ikki at skula óttast fyri heilsuni, tá ið farið verður til arbeiðis. Tað er ikki ov nógv at krevja, at tú trygt skalt kunna fara til arbeiðis. Tvørturímóti eigur hetta at vera ein sjálvsagdur rættur.

Vit vita, at virksemi er nógv økt í Føroyum, men kortini eru arbeiðsóhappini økt lutfalsliga nógv meir enn talið av arbeiðstakarum, og tað er ikki í lagi.

Í okkara feløgum merkja vit hetta serliga í fiskavirkisvinnuni, í alingini og í byggivinnuni. Tað kann vera alt frá smáum óhappum, har tann rakti ikki fær stórt mein, til tær heilt álvarsomu arbeiðsvanlukkurnar, har arbeiðsfólk missa førleikar og arbeiðsevni og nøkur bøta enntá við lívinum.

Hetta er ikki í lagi, og vit mugu sum arbeiðsmarknaður og sum samfelag ongantíð góðtaka, at støðan skal vera soleiðis.

Hugsjónir mugu til
Vit mugu til einhvørja tíð hava eina hugsan um, at eitthvørt arbeiðsóhapp er eitt ov nógv, og seta málsetningin um, at ongin skal fáa mein ella doyggja av at vera til arbeiðis.

Fyrr enn hetta gerst yvirskipaði politiski og samfelagsligi málsetningurin, so koma batar ikki veruliga í. Okkum tørvar nógv, fyrr enn hetta gerst veruleiki, men mest av øllum treingja vit til, at hetta mál verður tikið í nógv størri álvara enn tað verður í løtuni.

Hetta merkir, at fólk, sum varða av arbeiðsmarknaðinum politiskt, hava eina hugsjón um evnið, og fyrihalda seg við virðing til teir nógvu løntakarar, sum hvønn dag trúliga fara til arbeiðis og gera sína skyldu. Løntakarar eiga ein rætt at vera trygg til arbeiðis, og tað eru tey ikki í løtuni við støðuni við teimum mongu deyðsføllunum.

Kostar hetta pening? Ja, tað ger tað. Hetta kostar fleiri eftirlitisfólk, at vit í størri mun skulu granska og gera frágreiðingar um tey arbeiðsóhapp sum hava verið, at fleiri tilmæli eru, at vit mugu upplýsa meir um trygd og trivnað á arbeiðsmarknaðinum, at fleiri arbeiðspláss verða mett í mun til trygd o.s.fr..

Ongin skal doyggja á arbeiðsmarknaðinum
Hóast allar hesar kostnaðir, so er ókeypis at hava hugsjónir og empati, og tað sakna vit frá politiska myndugleikanum. Satt at siga gjørdust vit rættiliga skakk av at hoyra Helga Abrahamsen í kringvarpinum herfyri greiða frá, at óhapp altíð fara at henda, og at hann ikki ætlar at seta meir pening av til trygd og trivnað á arbeiðsmarknaðinum.

Hetta kanst tú gera betri Helgi Abrahamsen, men fyrst av øllum hevði verið gleðiligt, um tú greitt og uttan fyrivarni boðaði frá, at málsetningurin er, at ongin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein á arbeiðsmarknaðinum, og at vit arbeiða út frá tí sannroynd og gera neyðug átøk, so hetta gerst veruleiki.

Kom nú - tit í landsstýrinum og tit øll í løgtinginum, tit mugu onkusvegna vera samd um, at sjálvandi skulu fólk fara trygt til arbeiðis og koma heimaftur til familjuna eftir loknan arbeiðsdag.

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo