Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Leygardagin 13/10 frá kl. 15.00 til 17.00, hevur Tummas Jákup Thomsen fernisering í Myndlist Tórsgøta 16 Tórshavn.

Framsýningin hongur uppi til og við fríggjadagin 26/10. 

Tummas Jákup Thomsen er sjálvlærdur teknari/málari, hevur fingist við installatiónslist, myndatøku, træskurð o.a. Útlærdur bygningssnikkari í 84.

Var á fyrsta sinni við á framsýning í 1977 á Varmakeldu. Hevur síðan 89 verið við á útvaldum framsýningum og einkarframsýningum ( Listasavn Føroya ) her heima og uttanlands. Í Danmark á The Scream Borealis 8 Arken Museet For Samtidskunst 95 – 96 og Færøsk Kunst, Den Frie 99. Í Norra á Edvard Munks Ekely 2000. Í Týsklandi, Kekkia og USA. Ferðaframsýning í Norðurlandahøpi ( Gisp 2014 ).

Listprýðingar: G! Festival 2003, 2017,  Skúlin við Gøtugjógv 2011, Skjólið Tórshavn 2016  og myndprýtt fleiri yrkingasøvn  og Varðan 84 -2017- nr.1.

Almenn  søvn: Norðoya Listafelag, Føroya Fólkaháskúli, Ølgod Kommune, Tórshavnar Kommunu og Listasavn Føroya.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo