Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

LINDIN: Í morgunsendingini fríggjamorgun í Lindini hevði Jóhannes Miðskarð samrøðu við Tummas Jákup Thomsen um rústrupulleikar og rúsviðgerð.

Hetta var í samband við átak hjá Bláa Krossi, ið nevnist “Tor at seta orð á”.

Átakið hevur til endamáls, at leggja lunnar undir meiri opið orðaskifti um rús og rústrupulleikar í Føroyum. Rústrupulleikin ávirkar bæði tann, sum er bundin av at rúsa seg og tey, sum standa honum ella henni nær. Hann ávirkar kropsliga, sálarliga og sosialt. Avleiðingarnar eru bæði privatar og almennar; tær raka einstaklingin og samfelagið.

Men vit tosa alt ov lítið um tað. Alt ov ofta fjalir rústrupulleikin seg aftanfyri tøgn, skomm og ótta. Og tað er ofta júst hendan tøgnin, sum heldur rústrupulleikanum á lívi.

Rústrupulleikin kann ikki tigast burtur.

Sí átaksheimasíðuna hjá Bláa Krossi: setorda.fo

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo