Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Háskúlin í Nesvík: Nýggi Háskúlin í Nesvík hevur sett Tummas Kannuberg í starv sum háskúlaleiðari.

Tummas, ið er kandidatur í gudfrøði, fer í tøttum samstarvi við skúlastýrið at menna háskúlatilboðið í Nesvík. Háskúlin í Nesvík bjóðar teimum fyrstu næmingunum vælkomnum eftir summarferiuna frá august til desember 2022.

Tummas Kannuberg er 29 ára gamal og er ættaður og búsitandi í Leirvík. Hann er útbúgvin gudfrøðingur og hevur prógv sum kandidatur frá Teologiska Fakultetinum á Keypmannahavnar Universiteti, haðani hann eisini hevur tikið pastoralsemineriið.

Síðani loknan lestur hevur Tummas starvast sum námslektari á Fróðskaparsetur Føroya, har hann hevur undirvíst á Námsvísindadeildini í kristnikunnleika og átrúnaði.

Tummas hevur frá ungum árum verið virkin í ungdómsarbeiðinum í Leirvíkar Missiónshúsi, har hann eisini er stýrislimur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo